Leygarkvøldið tørna tvey grannalond hjá okkum saman á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Talan er um HM-undankappingardyst millum Noreg og Ìsland. Íslendski liðskiparin, verjuspælarin hjá ensku steypavinnarunum, Portsmouth metir, at norski álopsspælarin hjá Aston Villa, John Carew er millum Heimsins bestu álopsspælarar. ?Eg havi spælt ímóti Carew í Onglandi, og havi sæð nógvar dystir hjá honum í sjónvarpinum, og eri eg sera hugtikin av honum. Ì fjør hevði Carew eitt ótrúliga gott kappingarár í Aston Villa.? Tann 191 cm. høgi verjuspælarin og liðskiparin hjá Íslandi, er ikki í iva um, at Noreg er favorittur í norðurlendsku uppgerðini nú leygarkvøldið. ?Vit rokna avgjørt við, at Noreg fer at leypa á okkum frá dystarbyrjan.? Hermann Hreiðarsson legði tó dent á yvir fyri norsku fjølmiðlafólkunum, at Ísland ikki varð komið til Oslo fyri at avmarka tapið. ?Tá vit hava bóltin, so eru vit eisini førir fyri at gera okkurt við hann. Vit hava jú eisini nakrar góðar spælarar á okkara liði.? Norski fjølmiðlar hava ikki tvær meiningar um, at besti spælarin hjá Íslandi er Eiður Gudjohnsen, sum dagliga spælir við FC Barcelona.