HPV koppseting er trygg og fyribyrgir lívmóðurhálskrabba

Tað verður staðfest í nýggjari, óheftari kanning.

Ein nýggj, óheft kanning, sum granskingarstovnurin Cochrane hevur gjørt, staðfestir, at HPV koppsetingin fyribyrgir krabbameini í lívmóðurhálsinum.

 

Í niðurstøðuni hjá óhefta granskingarstovninum, sum hevur granskað 26 ymiskar kanningar av koppsettum kvinnum, stendur eisini, at tað ber ikki til at staðfesta, at koppsetingin hevur álvarslig hjáárin.

 

Tað hevur annars verið nógv frammi, at HPV koppsetingin kann hava við sær hjáárin, og tí hava fleiri foreldur valt ikki at koppseta døturnar.

 

Hesum hava bæði Evropeiski Heilsustovnurin og Heimsheilsustovnurin staðiliga víst aftur, og nú vísir kanningin hjá óhefta Cochrane granskingarstovninum eisini, at koppsetingin fyri lívmóðurhálskrabba er trygg og munagóð.

 

Koppsetingin verjir fyri tveimum HPV sløgum, ið eru atvoldin til 70 prosent av krabbameinstilburðunum í lívmóðurhálsinum.

 

Á hvørjum ári fáa meira enn ein hálv millión kvinnur kring heimin staðfest lívmóðurhálskrabba, og hvørt ár doyggja umleið 250.000 kvinnur av sjúkuni.

 

Í Føroyum varð farið undir at koppseta gentur um 14 ára aldur fyri lívmóðurhálskrabba í 2009. Í 2012 varð tilboðið víðkað, og nú kunnu allar gentur og kvinnur í aldrinum frá 12 til 28 ár lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðurhálskrabba. Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at gentan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, áðrenn kvinnan fyllir 28 ár.