- Eg havi onki hoyrt aftur frá kommununum
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Fyri einum mánaða síðani skrivaði hann fýra kommunum bræv í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging.
Á fólkaatkvøðuni var stór mótstøða ímóti at leggja kommunur saman. Tað var bara í tveimum førum kundi talan verða kommunusamanlegging og tað var Fámjin-Tvøroyri og Runavík-Sjóvar.
Tí skrivaði Kári P. Højgaard mitt í mai til hesar fýra kommunurnar at vita, hvørja støðu, tær høvdu til úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Men hann hevur ikki frægt aftur frá teimum.
Men tað tekur hann ikki øðrvísi enn tað, at tær hava ikki havt stundir at svara enn og hann heldur, at tær eiga at fáa eitt skotbráð at svara.
Kortini ásannar hann, at eftir tí, sum er komið fram alment, er heilt ósannlíkt, at nøkur kommunusamanleggig verður.
Men kortini vil hann ikki siga, at, at fólkaatkvøðan var miseydnað.
- Fólkaatkvøðan gjørdi viðurskiftini púra greið og tað er ongantíð skeivt at hoyra fólksins vilja, sigur landsstýrismaðurin.