Hoyr Brimheim tulka klassikara hjá Kashmir

Hoyr og síggj Brimheim syngja The Aftermath her

Føroyska sangarinnan Brimheim hevur gjørt eitt cover av populera sanginum "The Aftermath", sum er ein av klassikarunum hjá danska rokkbólkinum Kashmir.

Brimheim hevði eina beinleiðis konsert í sendingini hjá Livebeatet, har hon spældi hesa útgávuna av The Aftermath, sum má sigast at vera í røttum Brimheim-stíli. Hetta bleiv tikið upp í Studio 4 í Koncerthuset í DR Býnum.

Føroyska sangarinnan Brimheim hevur annars sera nógvan undanvind í løtuni. Hon hevur verið tilnevnd fleiri virðislønir seinastu mánaðirnar og hevur eisini vunnið fleiri - millum annað bleiv hon "Ársins nýggja navn" á FMA í Føroyum herfyri.

P6 Beat hevur lagt videobrot av framførsluni út á facebooksíðu sína, har tey kalla útgávuna hjá Brimheim fantastiska.

Tú kanst hoyra og síggja Brimheim syngja The Aftermath hjá Kashmir niðan fyri her: 

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?height=314&amp;href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fdrp6beat%2Fvideos%2F742165123336180%2F&amp;show_text=false&amp;width=560" width="560" height="314" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowfullscreen="true" allow="autoplay; clipboard-write; encrypted-media; picture-in-picture; web-share"></iframe>