Hoyr André Olsen taka samanum 14. umfar

(Rás2) FM-stríðið er skorið niður til tvey lið og niðurflytingarstríðið er skorið niður til trý lið

Sum vanligt var André Olsen ígjøgnum í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har hann tók samanum umfarið í betrideildini.

 

André Olsen staðfestir, at eitt klókt HB-lið megnaði at koppa B36 úr FM-stríðnum. NSÍ gleið eisini í FM-stríðnum.

 

Skála og EB/Streymur hava hevjað seg uppum niðurflytingarstríðið, og nú eru tað Suðringar, AB og 07 Vestur, ið mugu berjast um at yvirliva í betrideildini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna, ið eisini snúði seg eitt sindur um HM í fótbólti og hagtølini hjá føroysku liðunum í Evropa.