Hovsa-loysnir í føroyskum skúlaskapi

Annika Olsen

Visíón 2015 hevur fingið blandaða móttøku millum almenningin. Mong halda hesa visón nærmast vera eina hvørvisjón, meðan onnur halda visiónina vera frálíka, tí hon vísir, at henda samgonga veruliga vil nakað fyri Føroyar. Fyri mítt viðkomandi er tað altíð gott at hava visiónir, tí uttan hesar gerast Føroyar eitt stirvið samfelag í alheimsgerðini. Tó skal sigast, at tað týdningarmesta fyri eina visión er, at tað er eitt samsvar ímillum visiónina og tann politikkin, ið verður førdur í praksis. Hetta síggja vit tíverri ikki, hvat viðvíkur visón 2015 og tann førda miðnámsskúlapolitikkin í løtuni. Lat meg her taka nøkur dømi úr visión 2015, har tað millum annað stendur um miðnámsskúlarnar:
»Vit hava sett okkum fyri at endurskoða miðnámsskúlaútbúgvingarnar. Ætlanin er at gera nýggja miðnámsútbúgvingarskipan og neyðugar íløgur verða gjørdar í skúlabygging.«
Tað er fínt við endurskoðanum, men tað nyttar ikki at fara undir at byggja bygningar, her hugsi eg um miðnámsskúladepilin á Marknagili, áðrenn man hevur gjørt eina endurskoðan, eina endurskoðan sum møguliga kann viðføra ein miðnámsskúlareform, sum hugsjónarliga líkist miðnámsskúlapolitikkinum í øðrum Norðanlondum. Eitt nú í Svøríki og í Íslandi eru miðnámsskúlarnir lagdir saman, har næmingarnir ístaðin velja breytir innan eitt ávíst øki, eitt nú innan tað handilsliga, tað tekniska ella humanistiska. Tað hevur verið frammi, at tekniski skúli og Handilsskúlin skulu liggja fyri seg á Marknagili, meðan Studentaskúlin framvegis skal húsast í falluferdigu hølunum í Hoylum. Spurningurin er so, hvat hugsjónarliga argumentið er aftanfyri hetta projektið? Hevur samgongan gjørt eina endurskoðan av miðnámsskúlaøkinum sum nettupp leggur upp til, at hesir báðir skúlar skulu liggja saman og ikki studentaskúlin?

Hvat vil Føroya landsstýri við miðnámsskúlapolitikkinum. Tað er hesin spurningur, sum skal svarast, áðrenn talan verður um at seta bygningar upp á Marknagili. Sjálvsagt eru tað akuttir hølistrupulleikar hjá øllum trimum miðnámsskúlunum, og tískil er tað neyðugt, at byggingin fer í gongd sum skjótast, men tað nyttar ikki at koma við einari endurskoðan eftir at bygningarnir eru bygdir. Tað fyrsta, henda samgongan og landsstýrið má gera, er at finna útav, hvussu innihaldið í miðnámsskúlaútbúgvingini skal síggja út í 2015, áðrenn farið verður undir at byggja bygningar - latið visiónirnar koma áðrenn múrarnar. Eftir mínari sannføring eiga allir tríggir skúlar liggja saman, hetta fyri at fáa eitt breitt lestrarumhvørvi í Føroyum, ið gevur synenergi effekt.

Eitt gott dømi um manglandi visónir á miðnámsskúlaøkinum er ætlaða miðnámsskúlabyggingin í Hovi, sum rættiliga kann kallast ein hovsaloysn. Tann avgerðin sum løgtingið tók fyrr í vár, er tann reini ørskapur og hevur lítið og onki við visión 2015 gera. Eg havi enn ikki hoyrt eitt gott argument fyri at skúlin skal liggja í Hovi og ikki í Vági. Tað tykist sum um, at skúlin skal liggja har, tí tað er geografisk best fyri næmingarnar. Er tað veruliga ein geografisk placering ið skal vera avgerðandi fyri hvar ein skúli í 2005 skal liggja, og hvat er visiónin aftan fyri hetta projektið? Nei at leggja ein skúla á eitt oyði stað fyrikemur mær ikki at vera visionert. Ein miðmámsskúli eigur at liggja tætt við stovnar og fyritøkur, sum harvið kunnu gagnýtast í sjálvari undirvísinigini, soleiðis at teori og praksis kunnu fylgjast at. Mær vitandi liggur eingin stovnur ella fyritøka yvirhøvur í Hovi. Harumframt er tað eisini ein eyka fíggjarlig byrða at leggja skúlan í Hovi heldur enn í Vági, har man longu hevði gravað út og planerað fyri einar 7-8 milliónir. Er tað ongin, ið heldur hetta vera undranarvert? Eg kundi hugsa mær eitt gott argument fyri, hvussu miðnámsskúlin í Hovi skal liva upp til visión 2015.

Tíverri sær tað út til, at samgongan og landsstýrið framvegis hugsa í bygningum og geografiskum placeringum av sama heldur enn visiónum í sjálvari útbúgvingarskipanini, ið veruliga kann liva upp til visión 2015.