Hotellið hevur ein bás á festivaløkinum, har kokkurin sjálvur fer at standa og passa grillina.
Fólk kunna so harvið keypa sær grillaðar búffar við tilhoyri og okkurt at drekka, meðan tey njóta allan tónleikin, sum verður á skránni í allan dag.
Hotel Norð spælir annars ein stóran leiklut á Summarfestivalinum. Bæði tey stóru útlendsku nøvnini á festivalinum, Ken Hensley og Boney M, gista á hotellinum hesar dagarnar.
Sunnudagin skipa tey fyri einum serligum sunnudagsdøgurða á hotellinum, har eisini Brandur Enni fer at framføra.
? Áhugin fyri sunnudagsdøgurðanum er stórur, men enn eru nøkur pláss kortini eftir, sigur Jógvan Heinesen.