Hondbóltsvenjarar á skúlabonk

Um góðan mánað byrjar fyrsta liðið í nýggju hondbóltsvenjaraútbúgvingini.

Tað vera Birgir Hansen, Kári Nielsen og Dia Midjord, sum fara at standa fyri útbúgvingini. Fyrsta skeiðið verður leygardagin 14. sept. Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at málið er at fáa eini 50 fólk at taka útbúgvingina.

Skeiðið fevnir um tveir leygardagar í heyst.

Tilmeldingarfreist, kostnaður v.m. sæst á heimasíðuni, www.hsf.fo.