Úrslitið millum Kyndil og Neistin var 30-43. Hálvleiksstøðan var 11-20.
Greipuvinnararnir fóru undan beinanveg og vunnu sær eina greiða leiðslu, sum Kyndil ongantíð hótti.
Heini Hanusarson, Neistin, var toppskjútti við 10 málum. Bárður Johannesen skeyt flest mál fyri Kyndil. Hann fekk átta mál.









