Sunnudagin skuldi ein av føroyska landsliðsleikarunum í Superliguni í eldin á Lyngby Stadion, har Lyngby tók ímóti Horsens.
Talan er sjálvandi um Christian L. Holst, sum var í byrjunaruppstillingini hjá Lyngby, og føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin.
Hann og liðfelagarnir máttu tó noyðast við ein málleysum javnleik, men hetta mugu teir helst gleðast um, tí Horsens var nærri við sigurin enn Lyngby.