Dysturin byrjaði við høgari leikferð, men spakuliga dalaði leikferðin, og tí gjørdist dysturin ikki serliga góður. Tað var tó Horsens, sum hevði teir størstu málmøguleikarnar, og tá eitt gott korter var eftir, vóru teir óhepnir ikki at leggja seg á odda, tá skotið frá Gilberto Macena rakti stongina. Eftir hetta hendi ikki tað stóra, og tí endaði dysturin við málleysum javnleiki. Christian Holst byrjaði á vøllinum fyri Lyngby.










