- Alt var tað bera blóð. Á veg út í bilin føldi eg, at tungan fór út gjøgnum eitt hol í kjálkanum. Hetta var ikki hin lekrasta kenslan, sigur Kristian Olsen í Rituvík. Nýggjársaftan í 2003 fingu tveir ungir dreingir í grannabygdunum Rituvík og Æðuvík stóran skaða av sama slagi av fýrverki. Í báðum førum vóru hetta tær sonevndu stóru shogun-kúlurnar.
Kristian Olsen úr Rituvík var annar. Hin Tummasi Johannesen úr Æðuvík.
Meðan familjan hugnar sær niðan fyri húsini í Rituvík hendir tað hjá Kristiani!
Tá hann skal festa eld í fjúsið, er ein harður brestur, áðrenn nakar varnast. Í staðin fyri at fara upp í luftina, spreingist fýrverkið, og kúlan rakar uppundir høkuna á Kristiani, sum verður tikin upp frá og sendur afturav.
- Eg sá ein neista - og so brast. Eg fleyg afturav. Alt gekk so skjótt fyri seg. Fólk komu rennandi.
Kristian sigur, at tá hann var komin innar, tordi hann ikki at hyggja í speglið.
- Alt var tað bera blóð. Á veg út í bilin, tá ringasta krútið var fingið burtur av andlitinum, føldi eg, at tungan fór út gjøgnum eitt hol í kjálkanum. Hetta var ikki hin lekrasta kenslan. Á skaðastovuni fekk eg 12 pentur í andlitið - átta í kjálkan og fýra í høkuna, sigur Kristian Olsen.
Ein góðan tíma eftir, at Kristian var farin út um at skjóta fýrverk í Rituvík, vóru fólk í Æðuvík eisini farin út at skjóta fýrverk.
Um midnáttarleitið fær Tummas Johannesen eisini stóran skaða av fýrverkinum. Sjúkrabilur kemur nú eisini eftir Tummasi. Hann fær eitt spenni um armin, tí hann bløðir so illa.
Umframt at brenna seg illa, brýtir Tummas Johannesen hondina í fimm støðum.
So, nú nýggjársaftan er í morgin - verið varin!