Høvundur av klassikara deyð

Rithøvundin, ið skrivaði eina av mest virdu amerikansku skaldsøgunum, er deyð

Eitt av stóru verkunum í amerikanskum bókmentum er skaldsøgan To Kill a Mockingbird. Bókin, sum kom út í 1960, snýr seg millum annað um rasumun í einum lítlum suðurstatsbýi í USA.

Bókin var í 1962 gjørd til film við Gregory Peck í høvuðsleiklutinum, og filmurin vann tríggjar Oscar-heiðurslønir.

Skaldsøguna To Kill a Mockingbird skrivaði Harper Lee, og í dag boðar familja hennara frá, at hon er deyð 89 ára gomul. Hon doyði í heiminum í Monroeville í Alabama. Harper Lee doyði í svøvni, og deyðin kom púra óvart á familjuna, tí Harper Lee hevur havt góða heilsu.

- Hetta er ein syrgiligur dagur fyri okkara familju. USA og heimurin kennna Harper Lee sum ein av best umtóktu rithøvundunum í farnu øld. Fyri okkum var Nelle Harper Lee ein elskaður partur av familjuni og ein góður vinur hjá nógvum fólki. Hon var vinarlig og gevandi og var ein góður stuðul í lokalsamfelagnum og statinum. Hon verður stórliga saknað, sigur familjan í einari fráboðan.