Í kvøld var toppuppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Rói Berg Hansen, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ tóku á heimavølli móti Grindsted, ið undan dystinum var næstfremst í deildini.
Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 29-25, og harvið togað seg upp á annað plássið, og samstundis datt Grindsted niður á triðja plássið.
Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Tá 44 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 21-21. Tá eydnaðist tað HØJ upp á átta minuttir at fáa eina leiðslu upp á 25-21, og heimaliðið var á odda við trimum ella fýra málum tað, ið eftir var av dystinum.
HØJ og Grindsted hava bæði 30 stig. Trý stig eru upp til Midtjylland, ið er fremst við 33 stigum. Liði sum liggur fremst aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis upp, so hetta er spennandi avbjóðing hjá Paula, Róa og liðfeløgunum.
Leygardagin klokkan 15 spælir HØJ á útivølli móti Rækker Mølle.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | HC Midtjylland | 20 | 33 |
2 | HØJ | 20 | 30 |
3 | Grindsted | 19 | 30 |
4 | Skive | 20 | 27 |
5 | Sydhavsøerne | 18 | 25 |
6 | Aarhus HC | 18 | 25 |
7 | Tønder | 20 | 25 |
8 | FIF | 20 | 16 |
9 | Rækker Mølle | 20 | 15 |
10 | HC Odense | 19 | 11 |
11 | Odder | 20 | 11 |
12 | Skovbakken | 20 | 10 |
13 | Vendsyssel | 19 | 8 |
14 | Køge | 19 | 6 |