HM: Japansku leikararnir vóru stórliga fagnaðir í heimlandinum

Japan hevur vunnið nógv hjørtu undir HM-endaspælinum í Katar

Japan hevur vunnið nógv hjørtu undir HM-endaspælinum í Katar.

 

Japanska liðið við framúr góðum avrikum og sigrum á Týsklandi og Spania í bólkaspælinum, og einum góðum avriki móti Kroatia í áttandapartsfinaluni, ið japanar taptu aftaná brotssparkskapping.

 

Japansku fjeppararnir vunnu eisini nógv hjørtu við sínum fyrimyndarliga atburði við at rudda á leikvallunum aftaná loknar dystir. 

 

Japanska fólkið hávirðir eisini sítt landslið fyri góðu avrikini í HM-endaspælinum, og tá japanar komu heimaftur vóru teir stórliga fagnaðir á flogvøllinum.

 

- Við einstaklinga evnum og einum liðavriki vístu okkara leikarar, at vit kunnu vera kappingarførir á tí altjóða pallinum, segði japanski landsliðsvenjarin, Hajime Moriyasu á tíðindafundi aftaná japanski hópurin var lendur á Narita leikvøllinum nær við Tokyo.