HM: Ísland vann samanlagt 87-49 á Estlandi

Íslendingar vunnu seg trygt til HM-endaspælið í manshondbólti

Tað vera minst fýra norðurlond við til HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður í Noregi, Danmark og Kroatia í januar komandi ár.

 

Ísland hevur tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum við samlaðum stórsigri á Estlandi. Nú er spurningurin um Føroyar megna at gerast fimta norðurlandið saman við Íslandi, Svøríki, Danmark og Noregi?

 

Ísland vann ein samlaðan 87-49 sigur á Estlandi í HM Play Off dystunum. Heima í Reykjavík vann Ísland farna hóskvøld 50-25 (26-12) á Estlandi, og leygarkvøldið vann Ísland á útivølli 37-24 (18-13) á Estlandi.

 

Toppskjúttar hjá Íslandi í útidystinum í Estlandi vóru Orri Freyr Þorkelsson við níggju málum, Ómar Ingi Magnússon við sjey málum, og Óðinn Þór Ríkharðsson við seks málum. 

 

Ísland var longu við til fyrsta HM-endaspælið í 1962, og teir hava mangan vørr gjørt síðani tá.