HM: Føroyar vunnu 39-34 á Japan

Vinnur Spania á Angola eru Føroyar og Spania víðari til millumumfarið í HM-endaspælinum fyri U21-manslandslið

Mynd: IHF

Føroyska U21-landsliðið greiddi sín setning og vann í einum málríkum dysti 39-34 móti Japan í innleiðandi bólkaspælinum, har gott álopsspæl tryggjaði okkum sigurin. Heldur tyngri var í verjupartinum.

 

Føroyar vóru á odda 21-17 í steðginum. Størsta leiðslan í dystinum var við støðuna 35-28.

 

Føroyar skoraðu upp á 71 prosent av málroyndunum. Málverjarnir, Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok bjargaðu 28 prosent av málroyndunum hjá Japan.

 

Hákun West av Teigum var valdur at vera dagsins leikari. Hákun og Elias Ellefsen á Skipagøtu skutu 11 mál hvør.

 

Vinnur Spania væntaða sigurin á Angola eru Spania og Føroyar víðari til millumumfarið.

 

Føroyar og Spania spæla bólkafinalu í annaðkvøld klokkan 19.15. Vinnarin tekur tvey stig við sær í millumumfarið.

 

Málskjúttar: Hákun West av Teigum 11/15, Elias Ellefsen á Skipagøtu 11/15, Janus Dam Djurhuus 6/9, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4/7, Pauli Mittún 3/4, Ísak Vedelsbøl 2/2, Pauli Høj 1/1, Bjarni í Selvindi 1/1.

 

Mynd: IHF