Heilt stóri dysturin í HM í Japan í dag er millum Danmark og Týskland. Tann dysturin byrjar klokkan 11.30 føroyska tíð, og kann millum annað síggjast niðanfyri stigatalvuni her á síðuni.
Týskland hevur vísti stóra styrki ímóti Brasil leygardagin, meðan Danmark eisini vísti seg væl fram í javnleikinum ímóti Suðurkorea, sum tekur øll á bóli í hesum døgum.
Suðurkorea vann eisini aftur í morgun, tá ið tað eydnaðist at vinna 33-27 á brasilsku heimsmeistarunum frá 2013.
Tí hava hvørki danir ella týskarar ráð at tapa í dag, tí hóast sera vánaliga byrjan, so lúrir Frakland framvegis eftir einum av teimum trimum avgerandi plássunum.
Harafturat skal eisini havast í huga, at um bæði Danmark og Týskland spæla seg víðari, so fær vinnandi liðið í dag tvey eyka - og sera avgerandi - stig við sær í høvuðsumfari.
Støðan í bólki B
| Bólkur B | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
| 1 | Suðurkorea | 3 | 8 | 5 |
| 2 | Týskland | 2 | 32 | 4 |
| 3 | Danmark | 2 | 25 | 3 |
| 5 | Frakland | 2 | -2 | 1 |
| 6 | Brasil | 3 | -12 | 1 |
| 7 | Avstralia | 2 | -51 | 0 |
Dysturin kann, umframt í donskum sjónvarpi, síggjast her:
<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" src="https://www.youtube.com/embed/-D5ODmq4b9Q"></iframe>










