Nógv ferðamannaskip vitja í Havnini um summari, og í tí sambandi hevur Visit Tórshavn skipa so fyri, at ferðafólkini verða møtt av ungdómi, ið standa í gulum vestum kring býin.
Tvey teirra eru Jónvá Christina Hansen og Embla í Ólavstovu, ið í dag stóðu í Vágsbotni nærhendis standmyndini av Nólsoyar Páll.
Hetta er fyrsta árið, at tær báðar royna seg sum ferðafólkavegleiðarar, og dáma teimum væl nýggja arbeiðið.
- Tað er stuttligt og læruríkt at standa her, hóast tað til tíðir er nógv at gera. Vit standa tó bara her, tá eitt ferðamannaskip við fleiri enn 500 fólkum koma á Havnina.
Tað er øgiliga ymiskt hvussu ferðafólkini eru og hvussu prátingarsom tey eru.
- Man tosar við nógv ymisk fólk. Eldri fólk og tey, ið koma úr eingilsktalandi londum, dáma væl at tosa, og eru serliga glað fyri at tosa um teirra egna land, meðan tey yngru helst bara vilja vita hvar SMS ella okkurt líknandi er.
Tær báðar greiða frá, at tað er øgiliga ymiskt, hvat ferðafólkini ynskja at gera, tá tey koma á land.
- Nøkur dáma væl at ganga runt og hyggja at Havnini, at standmyndunum og øðrum. Onnur vilja gjarna seta seg niður og njóta okkurt at eta og drekka, meðan uppaftur onnur ynskja at vitja onnur støð í landinum.