Sum ungar gentur fingu Hjørdis Heindriksdóttir og Oluffa undir Kletti hvør í síonum lagi at vita um inkabýin Machu Picchu, og síðan hava báðar droymt um at fara hagar.
Í summar gjkørdu tær dreymin til veruleika.
Fyrst til tað søguliga í heilt stuttum.
Inkaríkið
Inkaríkið bleiv til í 12. øld. Tað byrjaði í Peru, vaks og breiddi seg víða, men ikki við hertøku. Inkaríkið var eitt av heimsins størst og fremstu ríkjum, og leiðararnir dugdu at sameina fólkasløgini og gera brúk av dygdunum hjá hvørjum bólki.
Í 1530-árunum komu spaniólar og gjørdu innrás í Inkaríkið, sum fall í 1533.
Tað er ikki minst arkitektur og byggilist, at inkaríkið verður minst fyri. Tey dugdu so væl at laða grót, at knívur fekst ikki inn millum steinarnar.
Spaniólar komu ongantíð til býin Machu Picchu, sum eingin visti um fyrr enn í 1911. Toftirnar hava staðið væl vardar handan fjøllini, og hildið verður, at inkararnir sjálvir kvettu gøtuna til býin, so landnámsmenninir ikki skuldu finna hann.
Kent ferðamál
Machu Picchu er eitt spennandi ferðamál, og fleiri ferðir verða gjørdar hagar.
Tað ber til at koma til Machu Picchu við toki og so ganga ein styttri tein til avtoftaða býin.
Men tað ber eisini til at ganga í nakrar dagar gjøgnum vøkru náttúruna høgt, høgt uppi í fjøllunum. Hetta valdu Oluffa og Hjørdis at gera. Í fýra dagar gingu tær upp um dalar og fjøll saman við ferðalagi teirra.
Altjóða ferðalag
Tær løgdu ikki í at fara við einum donskum ferðalagi, tí tær vildu fegnar møta øðrum fólkasløgum eisini.
Tí fingu tær Fonnflog at leggja teimum flogferðinga til rættis og bíløgdu ferðina í Peru á alnótini gjøgnum eina peruianska ferðskrivstovu.
Tær flugu umnvegis Keypmannahavn, Madrid, og Lima í Peru til býin Cuzco, sum var høvuðsstaður í Inkaríkinum.
Har steðgaðu tær í tríggjar dagar fyri at venja seg við tunnu luftina, tí tær skuldu longur upp enn. Býurin liggur í 3300-3500 metra hædd.
Tunn luft
- Vit merktu væl, at luftin var tunn. Hjørdis hevði tungt við at anda, og Oluffa kendi tað, sum tá tú hevur hug at geispa..
Í Cuzco búðu tær á einum vallaraheimi og høvdu tríggjar frálíkar dagar. Fólkini á staðnum vóru blíð og heit, og tær komu eisini á tal við fólk úr øllum heiminum, tí nógv, sum vitja Peru, velja at fara til Cuzco og Machu Picchu.
Áðrenn farið varð víðari, fingu tær frágreiðing um túrin. Tær skuldu gera seg út til fýra dagar og hava sum minst at bera á rygginum.
Fyrst koyrdu tær við bussi til lítla inkabýin Ollantaytambo. Har var ein marknaður, og seljarnir áleypandi. Har kundu tær keypa tað seinasta, áðrenn gongutúrurin byrjaði. Tær fingu sær fjalsstav, keyptu vatn, og tær fingu sum ráð alla tíðina at tyggja kokabløð, tí tað fyribyrgdi hæddarsjúku.
Bløðini eru ikki rúsandi, men tey styrkja og sum nevnt fyribyrgja tey hæddarsjúku.
Eitt lítið petti koyrdu tær aftrat við bussi, til tær komu til eitt stað, har tær skuldu vísa pass og ferðabræv. Avmarkað er, hvussu nógv kunnu sleppa fram við har hvønn dag.
Byrjaðu lætt
Í fyrstuni var túrurin lættur eftir gomlu inkagøtuni. Tær nutu vøkru náttúruna og komu fram við fleiri væl varðveittum toftum frá inkatíðini.
Ferðaslag teirra var tveir meksikanar, tveir spaniólar, tvey úr Brasilia, tvey úr Kanada tvær norskar kvinnur, ein hollendingur við síni peruansku konu og so tær báðar.
Berarar
Men umframt sjálvt ferðalagið vóru tveir ferðaleiðarar og 14 menn, sum bóru alt uttan tað, sum hvør einstakur hevði við sær.
Í sandalum fóru teir avstað við øllum borðum, tjøldum, gassi, knívum, gaflum, mati dúki og øðrum. Enntá høvdu teir serviettar við og borðreiddu á túrinum snøgt fyri okkum.
Tann fyrsta dagin gingu tey 11-12 kilometrar. Tá settu berararnir matarteltið og soviteltini upp.
- Vit fingu sera góðan mat frá teimum, eitt nú rís og stokt epli, høsnakjøt, spaghetti, omelett og annað gott.
Stjørnuklárt
So skjótt sum sólin fór niður, var bølamyrkt.
- Vit hava ongantíð áður sæð so kláran stjørnuhimmal, og ferðaleiðararnir forkláraðu okkum, hvørjar myndirnar á himmalinum vóru.
Kalt var um náttina, men tær báðar svóvu sum steinar, móðar eftir langa gongutúrin.
Fót fyri fót
Annan dagin fingu tær at vita, at ein strævin túrur stóð fyri. Tær skuldu ganga upp eftir í fimm tímar og fóru at koma næstan 1000 metrar longur upp í hædd.
- Vit settu okkum fyri bara at ganga fót fyri fót, men tungt var, tí næstan allan dagin gingu vit upp gjøgnum trappur.
Oluffa var í góðari venjing, tí hon bæði rør og rennur. Hjørdis ger hvørki. Men venjing hevur lítið at siga, halda tær. Tað strævna er tunna luftin, bakandi sólin og hitin um dagin.
Høvdu onga neyð
Einastaðni fóru tær nakað upp aftrartog komu upp í 4215 metra hædd. Har steðgaðu tær eina góða løtu, og ein meksikanari tók myndir av teimum.
- Okkum varð mælt til at koma oman aftur beinanvegin, men vit høvdu ongar trupulleikar av tunnu luftini. Onnur fingu hæddarsjúku.
- Vit gingu so oman eftir aftur gjøgnum trappur, og tá møttu vit einum ísraela, sum visti um Føroyar frá fótbólti. Tað var nokkso stuttligt. Sum heild hava vit gjørt nógva reklamu fyri Føroyum sum ferðalandi. Allastaðni fortaldu vit um Føroyar.
Ótu sum menn
Tær vóru gorhungraðar, tá ið tær komu fram, har tær skuldu gista.
- Tað kvøldið fingu vit ein deiligan døgurða, men vit skiltu ikki, hví hini ikki ótu líka nógv sum vit. Kanska vóru tey meira kræsin.
Eftir at hava fingið at eta um kvøldið, sótu luttakararnir bara og prátaðu um alt millum himmal og jørð. Hini hildu tað vera stuttligt, at norsku genturnar og tær báðar kundu tosa felags mál. Annars varð mest tosað enskt. Tær báðar lærdu tó nakað av sponskum hesar dagarnar.
Meðan tær gingu, tugdu tær nøtir og rosinur, sum teimum varð viðmælt, men at enda kvaldust tær av hesum. Vatn máttu tær drekka alla tíðina. Tað kundu tær fáa á vegnum.
Tær gingu stórt sæð í somu klæðum alla tíðina, men tað løgna var, at klæðini ikki blivu skitin. Tað mundi vera tí, at tær ikki sveittaðu.
Annað kvøldið var lagið heilt serligt. Hóast nøkur vóru sjúk, vóru øll fegin um at vera komin so langt. Tað kvøldið vóru um 300 fólk í leguni, sum var eins og ein lítil bygd.
- Tað einasta, vit høvdu at finnast at, vóru vesini. Har var einki vatn. Vesið var verri enn eitt illa røkt fjós.
Einki meira um tað.
Litríkidømi
Morgunin eftir fóru tær inn í regnskógin við øgiligum hita. Har var himmalskt at koma í skugga. Har var bratt, nógvar trappur, og í fleiri støðum var gøtan høgd inn í bergið. Tær vóru ikki bangnar, tí gøtan var breið, og nógvu trøini gjørdu, at tær ikki sóu niður í avgrundina. Onkrastaðni, har ikki hevur borið til at gjørt gøtu, gingu tær gjøgnum kluftir.
- Tað var so vakurt í frumskóginum. Fjøll aftan á fjøll, og alt tað geologiska. Nógvir yniskir litir, men vit sóu eingi djór onnur enn lamur. Har vuksu kaktusar, orkidéir, trøllakampar og nógv, nógv onnur platusløg í alskyns litum. Tað var heilt ótrúligt.
Triðja dagin gleddu tær seg til at koma á mál um og fáa eitt heitt bað.
- Vit báðar komu fyrst til staðið, har vit vórðu møttar av 80-ara diskotónleiki, sum var for frá. Vit bóðu tey um at skrúva niður, men tað vildu tey ikki.
Heitt bað fingu tær ikki, tí har var bara kalt vatn, men tað var gott at sleppa í bað og at kunna vaska sær í høvdinum eftir langa túrin. Og so omaná at fáa góðan mat.
Av tí at tey tá vóru komin longri oman, var heitari um kvøldið og um náttina. Tað kvøldið savnaðu luttakararnir allar berararnar og góvu teimum eina samsýning. Tað er vanligt at ferðaløg gera sum takk fyri hjálpina.
Bergtiknar
Morgunin eftir fóru tær á føtur klokkan hálvgum fýra fyri at síggja sólina koma upp í sonevnda sólportrinum. Tað var bítandi kalt at bíða.
- Tað næsta var aftur at ganga upp gjøgnum eina trappu, og frá Sólportrinum sóu vit niður yvir Machu Picchu. Tá var fullkomin tøgn, og vit grótu næstan, tá ið toftirnar lótu seg upp fyri okkum.
Síðani varð gingið niður til Machu Picchu, og inn í gamla inkabýin.
Onkunstaðni sluppu tey ferðandi bara til toftirnar, men ikki at nerta við, men flest allastaðni var frítt at fara. Tey sluppu so tætt at, so tey kundu síggja, hvussu væl laðað húsini vóru, og hvussu snórabeint alt var. Inkarnir hava velt í trappum líka sum í Haldórsvík.
- Myndugleikarnir leggja so stóran dent á at varðveita býin, at vit ikki máttu hava stavarnar við, og har var heldur ikki loyvt at roykja.
Tær longdu ferðina
Eftir eina rundferð inni í Machu Picchu , søgdu Hjørdis og Oluffa farvæl við ferðafelagarnar. Tær vórðu verandi í Aguas Calientes, sum eisini verður róptur ”Machu Picchu Town” í tríggjar dagar og fóru niðanaftur til Machu Picchu, fyri sjálvar at ganga runt har uttan at skula fylgjast við nøkrum.
Aguas Calientes er ein friðarlig bygd við ongum bilum. Har var alt líka reint, og heitar keldur vóru eisini.
Tað var ein langur túrur aftur til Cuzco, fyrst við toki og bussi, men stuttligur var túrurin.
Í fýra dagar steðgaðu tær á í Cuzco, haðani fleiri útferðamøguleikar vóru.
- Men vit vóru so mettar av upplivingum, og bara at vera har var stórt í sær sjálvum.
Túrurin, tær gingu, var ikki so langur. Í fýra dagar gingu tær 43 kilometrar, men tað var ein tungur túrur kortini, upp og niður alla tíðina, og nógvur hiti um dagin.
Tær høvdu trolað eftir upplýsingum á netinum, áðrenn tær fóru heimanifrá.
Ein fyrireiking skuldi tó til, og tað var koppseting móti malaria, gulum fepuri og øðrum sjúkum.
- Annars er ikki neyðugt at fyrireika seg. Øll kunnu klára handan túrin, um tey annars klára hitan. Tað ræður mest um at hava góðar skógvar, sum vit høvdu keypt okkum. Vit vóru eisini í ullintum hosum, og tað gjørdi, at vit ongantíð fingu bløðrur á føturnar. Hatta var ein túrur, sum kann viðmælast øllum, siga tær.
Ikki dýrt
Hjørdis og Oluffa rindaðu 13.500 krónur hvør fyri ferðina úr Føroyum og aftur til Føroya.
Nakrar 100 krónur komu aftrat, við tað at tær steðgaðu longur.
----------------------------
Gott við grønum passi
Eftir hesa ferðina í Suðuramerika hava Hjørdis og Oluffa hug at siga frá sínum royndum við grønum passi.
-Nógv fólk siga, at tað er so trupult at ferðast við grønum passi. Okkara royndir vóru, at tað var øvugt. Grøna passið bjargaði okkum túrin, tá ið vit skuldu úr Madrid til Suðuramerika. Long bíðirøð var til tey við reyðum passi. Vit sluppu beinanvegin í gjøgnum, og høvdu vit ikki havt grønt pass, vóru vit komnar ov seint til flogfarið.