Leiðararnir í evrulondunum samtyktu endaliga í kvøld at játta Grikkalandi 595 milliardir krónur tey næstu trý árini. Pengarnir skulu forða fyri, at Grikkaland fer á húsagang. Avgerðin varð tikin á fundi í Bruxelles, har ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 16 evrulondunum staðfestu lánið til Grikkalands.
Herumframt fær Grikkaland 223 milliardir krónur í láni úr Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF.
Grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, segði undan fundinum í Bruxelles, at tilsøgnin frá evrulondunum gagnar ikki bara Grikkalandi, men fer eisini at gera evruna tryggari.