Hjálpari stevnir Lady Gaga

Persónligi hjálparin hjá heimskendu Lady Gaga krevur milliónaupphædd eftir at hava arbeitt í eitt heilt ár uttan nakran matarsteðg. Eisini hevur hjálparin arbeitt alt ov nógv. Hann hevur arbeitt í 13 mánaðir, og hevur nú lagt sak móti Gaga.

 

Hjálparin eitur Jennifer O’Neill. Hon sigur sjálvt, at hon hevur ikki minni enn 7.168 tímar, sum hon eigur yvirtíð fyri. Eisini sigur hon, at hon ikki hevur havt nakran matarsteðg, og at hon heldur ikki er sloppin at sova um náttina, tí at Gaga hevur eina sera stranga tíðarætlan. At enda sigur Jennifer O’Neill, at hon eisini skuldi vera vekjari hjá Lady Gaga, og at hon skuldi standa klár við einum handklæði, tá ið Gaga hevði verið undir brúsu.

 

Jennifer O’Neill hevur stevnt henni eftir 380.000 dollarum. Hetta er meir enn tvær milliónir danskar krónur.

 

O’Neill er ikki tann fyrsti hjálparin, ið hevur havt trupulleikar við Gaga. Angela Ciemny, sum fyrr var í starvi hjá henni sigur, at hon var noydd at sova saman við Lady Gaga, tí at hon ikki vildi vera einsamøll.

 

Neil Heldarskarð

Skriva til post@sosialurin.fo