Tórshavnar Kommuna og Barnabati fara nú undir eitt samstarv um at hjálpa ungdómum, sum hava ymsar trupulleikar at dragast við. Talan kunnu vera um sálarligar trupulleikar av ymsum slagi, umsorganarsviki, ella, hvat tað skal vera.
Í roynd og veru er talan um at hjálpa ungum, sum hava ilt í sálini, sum býráðslimir málbera seg. Í hesum sambandi er ætlanin at fáa 20 vaksin fólk, sum skulu vera stuðlar hjá teimum ungu og hjálpa teimum fram á leið. Ella sum Turið Horn, býráðslimur, segði tað, tey ungu fáa ein vaksnan vin, sum kann hjálpa teimum.
Ætlanin er, at hvør av teimum 20 vaksnu stuðlunum skulu hava umsorgan av tveimum ungum fólkum í part. Talan er ung fólk ímillum 12 og 18 ár. Talan er um sjálvboðið arbeiðið hjá teimum vaksnu stuðlunum, men tey, sum bjóða seg fram, fáa skúling í, hvussu tey kunnu stuðla og stimbra tey ungu.
Endamálið við eini slíkari skipan er, at hon skal vera fyribyrgjandi og mennandi hjá ungum, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og ampar at dragast við við tí fyri eyga at stimbra sjálvsálitið og bøta um trivnaðin. Skipanin kostar 500.000 um árið og í fyrstu syftu er talan um eina royndartíð, sum endar við árslok í 2020.