Hjálpa fangum at flýggja

Teir seinastu mánaðarnar hevur amerikanska hersetingarvaldið í Irak roynt at venja irakar at arbeiða sum løgreglumenn og fangavørðar, men nú vísir tað seg, at teir iraksku fangavørðarnir hava hjálpt fleiri fangum at flýggja.

Sambært amerikanarunum hava fangavørðarnir í Abu Ghraib-fongslinum hjálpt minst trimum fangum at flýggja. Í einum øðrum føri gjørdu nakrir fangar uppreistur við tí úrsliti, at teir iraksku fangavørðarnir tóku til rýmingar. Amerikanski heryvirmaðurin David DiNenna sigur við Reuters, at amerikanararnir hava størri stríð av at halda eygað við fangavørðunum enn fangunum.

Síðani amerikanararnir yvirtóku eftirlitið við teimum iraksku fongslunum, eru 15 fangar deyðir í fongslunum. Í fleiri førum er illgruni um, at amerikanskir hermenn hava farið so illa við fangum, at teir eru deyðir, og ætlanin er at kanna 11 av teimum 15 tilburðunum, skrivar Reuters.