Hitin á Jørðini fer at veksa uppaftur skjótari

Veðurlagsbroytingar, ið standast av mannaávum, kunnu hava við sær, at næsta aldarskiftið verður meðalhitin seks stig oman fyri meðalhitan í dag.

Nýggja frágreiðingin hjá veðurlagsgranskarunum hjá ST er ikki serliga hugaligur lesnaður. Tað er rættiliga sannlíkt, at hitin á Jørðini fer at veksa millum 1,8 og 4,0 stig longu innan 2010, og tað er ikki óhugsandi, at vøksturin verður heili 6,4 stig.

Granskararnir siga, at skulu vit avmarka veðurlagsbroytingarnar, noyðast vit at skerja útlátið av CO2 og øðrum veðurlagsgassum, men sjálvt um tað skuldi eydnast okkum at steðga vøkstrinum í útlátinum, fer tað ikki at steðga tí veksandi hitanum á Jørðini, tí hitavøksturin fer at halda fram í fleiri hundrað ár afturat.

ST-frágreiðingin sigur, at vit kunnu við 90 prosenta vissu siga, at tann veksandi hitin á Jørðini stendst av mannaávum, tí vit brenna ov nógv av olju, gassi og koli.

Ein av avleiðingunum av hitavøkstrinum verður, at heimshøvini fara at hækka. Granskararnir siga, at høvini fara at hækka millum 18 og 59 centimetrar. Hetta er meiri, enn granskararnir hava mett fyrr, og teir siga nú, at hækkingin verður størri, tí ísurin við pólarnar og í fjøllunum ymsastaðni bráðnar skjótari enn fyrr mett.

Um veðrið siga granskararnir, at vit fara at fáa fleiri tropiskar stormar og ódnir í framtíðini.

Veðurlagsfrágreiðingin hjá ST byggir á kanningar hjá umleið 2.500 granskarum um allan heimin. Ta seinastu vikuna hava umleið 500 granskarar og embætismenn úr 113 lonfum verið á ráðstevnu í París, har teir hava lagt seinastu hond á ta nýggju frágreiðingina.