Her verður víst, hvat navnið kann ella man merkja, hvussu nógv eita navnið í 2010, og hvussu nógvir ymiskir stavihættir eru av navninum. Í bókini sæst fyri fyrstu ferð í bókarformi, hvussu føroyingar veruliga eita. Bókin vísir tað fjølbroytnið, sum er í Føroyum, og hon virðir føroyskan navnasið, sum hann er.
Forsíðumyndina hevur Eva Nielsen gjørt. Føroya Prent hevur prentað. Stuðlað útgávuni hava: Fjølrit, P/F Luna í Sandavági, Mentanargrunnur Landsins, Varðin (sum gevur út tíðarritið Varðin) og Vága Kommuna. Tað er forlagið Málseta, sum gevur út, og bókin kostar 255 krónur óinnbundin.