Hevur verið kommunulækni í heili 45 ár

Í gjár var ein merkisdagur á Læknamiðstøðini á Tvøroyri

Summi fólk kunnu vera rættiliga drúgv í sínum arbeiðslívið. Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri, man hoyra til tað allarddrúgvasta slagið.

 

Í gjár hevur hann nevniliga verið kommunulækni á Tvøroyri í samfull 45 ár.

 

Sjálvur ætlaði hann ikki at gera nakað serligt burtur úr, men skrivarar, og aðrir starvsfelagir, tóku hann av ræði, siga tey á Læknamiðstøðini og sostatt høvdu tey eitt lítið hátíðarhald fyri honum.

 

Stutt eftir, at Signar Dam hevði tikið læknaprógv, arbeiddi hann eitt stutt skifti sum lækni, bæði í Danmark og á Landssjúkrahúsinum, men í 1971 kom hann aftur í heimstaðin, Tvøroyri, har hann hevur verið kommunulækni líka síðani.