Nú um dagarnar fór Sólrún Michelsen, rithøvundur um tey 70, og hóskvøldið verður heiðursløta fyri henni í Reinsarínum í Havn.
Á skránni verður prát, upplestur og til hetta heilt serliga høvið fer kórið Glymur at syngja. Tað er Sprotin, sum skipar fyri, og tey siga, at hetta kvøldið fer Sólrún Michelsen, sum ongantíð hevur verið virknari enn nú, eisini at leggja eitt nýtt stuttsøgusavn fram.
– Gerandisdagurin er á tremur við søgum, bara vit gáa um tær. Ofta er tað í tí vanliga, javna og stundum gráa, at fræið til eina góða søgu liggur, siga fyrireikararnir í Sprotanum. Og tey leggja afturat, at Sólrún er meistari í at leita fram hesi smáu skeikl og hesi ørsmáu avbrigdi, sum snara ta stóru søguna um sín ás.
Søgurnar í nýggja savninum lýsa kvinnur í hesum ymsu gerandisligu sambondum við onkrum løgnum smámuni, ið elvir spenningar í sambondum millum menniskju.