Hevur nú fremsta UEFA-prógvið

Pero Sore fekk í vikuni prógv sum serlækni við UEFA-2 prógvi

 

Føroyingar kunnu nú erpa sær av at hava ein lækna við fremstu UEFA-góðkenning.

 

Pero Sore var fyri tveimum vikum síðani til endaliga próvtøku hjá UEFA, og við at standa royndina hevur hann nú fremstu UEFA-góðkenningina.

 

Tað eru tó eisini aðrir læknar, sum kunu virka í sambandi við fótbóltsdystir, men við útbúgving síni kann Pero nú átaka sær allar læknaligar uppgávur innan UEFA, eitt nú í samband við doping-royndir, og hann hevur eisini góðkenning at undirvísa øðrum læknum.

 

UEFA fór undir serstaka læknaliga útbúgving í 2012, og er endamálið at betra um førleikarnar innan akutta skaðaviðgerð á vøllinum, skaðafyribyrgjan, viðgerð, endurvenjing og anti-doping.