- Eg vænti, at tey verða nøkur fleiri, sum koma heim higar úr Kambodia aftur næsta vár, sigur Joen Magnus Rasmussen.

Hevði ikki gingið uttan útlendska arbeiðsmegi

Tað gekk ikki betri enn væl at fáa nóg mikið av arbeiðsfólki til gulllaksavertíðina í ár. - Vit hava tískil havt níggju fólk úr Kambodia her heima, og tað hevur riggað óføra væl, sigur stjórin, Joen Magnus Rasmussen.

 

 

 

 

 

- Eg vænti, at tey verða nøkur fleiri, sum koma heim higar úr Kambodia aftur næsta vár, sigur Joen Magnus Rasmussen.

Tað eru nakrar vikur síðan, at tey á Tavuni í Leirvík vóru liðug við gulllaksavirksemið, sum byrjaði í apríl, og har nøkur túsund tons eru skorin og virkað til fars. 

Í løtuni eru tey klár at taka ímót makreli, og tey hava í eina tíð bíðað eftir at fáa rávøru. 

- Á Tavuni skera vit makrelin til flak, og síðan verða fløkini einkultfryst, glaserað og pakkað í 5 kilo eskjur. 

Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, vónar, at tey kunnu arbeiða nakað av makreli hesa vikuna og síðan í einar tvær vikur aftrat. 

Seinnu árini hevur Tavan keypt sild í oktober og november, og tað fara tey eisini at gera í ár.

- Sildin verður flakaskorin og síðan skorin í bitar. At enda verða sildabitarnir lakasaltaðir í tunnur til útflutnings. 

Joen Magnus Rasmussen sigur, at tey merktu einki til koronu í vertíðini í ár, tá tey keyptu og arbeiddu gulllaks. 

- Skipini byrjaðu at fiska tíðliga í apríl, og sølan av farsinum gekk væl. Eg vil siga, at sølan av farsi í koronu-tíðini heldur er vaksin eitt vet enn minkað í mun til onnur ár. 

Gulllaksafarsið verður selt til Noregs, har tað endar sum liðugvøra í diskunum hjá handilsketum. 

- Gulllaksafars endar vanliga ikki á matstovum, og tá matstovur partvís hava verið koronu-stongdar, hava fólk keypt meira í handlunum.

Hetta er helst orsøkin til, heldur hann, at sølan hevur gingið rímiliga væl, eisini í koronu-tíðini. 

Norðmenn keypa gulllaksafars sum eitt nú “fiskemad”, “fiskebolle” og “fiskekage”, sum tey rópa tað har yviri.  

Farsið verður fryst í blokk, og hvør blokkur vigar 7,5 kilo. 

Gulllaksafarsið er eisini sera væl umtókt til knetti og frikadellur her heima í Føroyum.

Tað gekk ikki betri enn væl hjá Tavuni at fáa nóg mikið av arbeiðsfólki til gulllaksavertíðina í ár, og stjórin ásannar, at stamman av starvsfólki á virkinum, sum hann tekur til, eftirhondini er vorðin ov tepur.

- Vit hava tískil havt níggju fólk úr Kambodia her heima, og tað hevur riggað óføra væl. Tey komu heim higar síðst í mars og fóru avstað aftur í august. 

Stjórin sigur, at hetta var ein ógvuliga góð hjálp, og tey vóru sera væl nøgd við arbeiðsfólkini.

- Hetta var góð arbeiðsmegi, og eg vænti, at tey verða nøkur fleiri, sum koma heim higar úr Kambodia aftur næsta vár, tá gulllaksavertíðin stundar til aftur.

Spurdur, hví Tavan ikki hevði útlendsku arbeiðsmegina longur her heima, nú farið verður í holt við at virka makrel og síðan sild, sigur stjórin soleiðis:

- Bæði makrel-og sildavirksemið verður neyvan nóg støðugt til, at vit kunnu hava útlendska arbeiðsmegi til tann partin av okkara virksemi, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar kring landið í gjár, er stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa.

 

##med2##

 

 

 

- Eg vænti, at tey verða nøkur fleiri, sum koma heim higar úr Kambodia aftur næsta vár, sigur Joen Magnus Rasmussen.

Her skera tey makrel til flak á Tavuni í Leirvík, men myndin er ikki tikin í vertíðini hesaferð.