Fríggjadagin 26. mars var móttøka hjá P/f Statoil í Havn í sambandi við at Sigfríður Joensen, distributørur hjá Statoil í Hvannasundi, legði frá sær eftir 38 ár í tænstu hjá oljufelagnum
Sigfríður Joensen í Hvannasundi er 68 ára gamal, nú hann leggur frá sær sum oljusølumaður. Hann byrjaði í 1966, tá Esmar Fuglø, sum tá var stjóri hjá Esso, heitti á hann um at taka við hesum starvi.
Sigfríður fór fyrstu ferð til skips sum 17 ára gamal við sluppini "Gamli Albert".
Hann var ungur, tá hann keypti sær lastbil, og í nógv ár var hann til skips um summarið og koyrdi lastbil um veturin. Tað mesta arbeiði við lastbilinum var vegagerðin millum Hvannasund og Viðareiði. Tann vegurin varð liðugur fyrst í 60-unum.
Tá vegasamband kom millum Klaksvík og Norðdepil og ein bátur sigldi við ferðafólki og posti til Hvannasunds, koyrdi Sigfríður rutu millum Hvannasund og Viðareiði.
Í 1966 fekk hann starv sum distributørur hjá oljufelagnum Esso fyri Viðoy, Svínoy, Fugloy og Norðdepil.
Ein oljutangi sum tók 50.000 litrar varð settur upp í Hvannasundi, og oljubáturin "Esso Søldarfjørð" kom við oljuni. So hevði Sigfríður til uppgávu at senda oljuna í tunnum til hinar bygdirnar í hansara øki.
Fyrsti oljubilurin var ein lastbilur, sum hann setti ein leysan tanga uppá.
Niels Juel Nattestad, stóri á P/f Statoil, segði í røðu síni, at Hvannasund mundi vera ein tann bygdin í Føroyum, har teir høvdu størsta marknaðarpartin - heili 95 prosent.
Fólk í Hvannasundi og har á leið keyptu ikki olju frá Statoil, men tey keyptu olju frá Sigfríða, segði Óli Marnar Christiansen, distributørur hjá Statoil í Norðoyggjum, sum nú yvirtekur øki hjá Sigfríða. Hann helt, at tað bleiv ein tungur arvur at lyfta.
Sigfríður er ættaður úr Hvannasundi. Foreldrini vóru: Kristianna, f. Poulsen, úr Hvannasundi, og Carl Joensen, vanliga nevndur Carl í Buð, ættaður úr Havn og vaks upp í Hvannasundi.
Sigfríður er giftur við Bergfríð, f. Olsen, sum er ættað úr Norðdepli, tey eiga fýra børn, Karl og Atla, sum búgva í Hvannasundi, Ingolf sum býr í Klaksvík, og Judith sum býr í Hósvík.










