Ein blaðteknari hevði í morgun ein knív við sær, tá hann fór inn í rættarhølið at fylgja málinum ímóti Anders Behring Breivik. Blaðteknarin sat bara tríggjar metrar frá drápsmanninum, tá hann varnaðist, at hann hevði knívin uppi á sær.
-Eg sat í fremstu røð tríggjar metrar frá Breivik, men tað var ikki, fyrr enn rætturin byrjaði, at eg varnaðist knívin, sigur teknarin við blaðið VG. Hann varskógvaði alt fyri eitt løgregluna, sum fór við knívinum.
Blaðteknarin sigur, at vanliga brúkar hann knívin til at spíska blýantar við.
Trygdartiltøkini eru sera strong í sambandi við rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik. Torger Brendsen hjá løgregluni sigur við norska kringvarpið, at tað var eitt menniskjaligt mistak, at blaðteknarin hevði ein knív við sær inn í rættin í morgun. Hann sigur, at løgreglan hevur framt tiltøk, sum skulu tryggja, at tílíkt hendir ikki aftur.