Eitt petti av einum fingri hjá navnframa konginum Karl 5. bendir á, at hann noyddist at leggja frá sær, tí hann var so ringur av gikt.
Karl 5. var keisari í Týsklandi og kongur í Spania, og hann ráddi tí yvir einum stórum parti av Evropa og teimum nógvu sponsku hjálondunum kring heimin. Í 1556 legði hann frá sær, og kanningar av lítlafingri hansara benda nú á, at tað var helst giktin, sum noyddi hann frá. Teir sponsku granskararnir, sum hava kannað fingurin, siga, at kongur kann hava fingið gikt av øllum víninum, sum hann sambært søguni drakk.
Granskararnir siga, at Karl 5. var helst so ringur av gikt, at tað ávirkaði evni hansara at leiða tað stóra ríkið. Millum annað vísa teir á, at í 1552 noyddist hann at sleppa ætlanini at taka franska býin Metz, og granskararnir halda, at kongur steðgaði álopinum, tí giktin noyddi hann at fara til hús.










