EB/Streymur buldrar víðari. Sundalagsmenn vunnu ruddiliga í Fuglafirði. Úrslitið var 4-0. Fuglfirðingar vóru langt frá so nærlagdir og sannførandi, sum tað kundi roknast við, at teir fóru at vera.
– Eg eri sera glaður fyri hendan sigurin. Vit vistu, at tað fór at vera ein torfør uppgáva, og vit vístu eisini, at vit vóru væl fyrireikaðir. Líkindi vóru góð at spæla fótbólt, og tað riggaði væl hjá okkum at fáa ferð á spælið. Eg hevði avgjørt ikki væntað at vunnið við fýra málum, sigur Heðin Askham.
EB/Streymur heldur fram í somu øði. Arnbjørn T. Hansen skeyt fyrstu tvey málini. Alex José dos Santos økti til 3-0 við brotssparki í seinna hálvleiki. Karl Løkin framdi brotsspark, og varð rikin av vølli, tí hann fekk sítt seinna gula kort. Innskifti Leif Niclasen staðfesti sigurin, tá lítil løta restaði í.