Hetta er stórur styrkur hjá 07 Vestur

TB er triðja dystin á rað norðanfyri, og tvær tær næstu ferðirnar fer TB eisini at spæla á útivølli

Tað var ógvuliga søtur sigur, tá ið TB í fjórða umfari vann 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hetta var fyrsti sigurin, síðani TB síðsta heyst flutti upp. Sigursmálið skoraði Jens Erik Bruhn við síðsta sparkinum í dystinum.

 

Síðani tá hevur TB ikki vunnið. Men 1-1 á útivølli ímóti B68 fyri tveimum vikum síðani var staðfesting av, at uppflytararnir avgjørt ikki skulu avskrivast.

 

Í dag TB í Sørvági, og tað er saknur í Poul Ingason og Andreas Midjord, sum eru darvaðir av skaðum. Ivasamt er tað, um miðvallarin Salmundur Bech er førur fyri at spæla. TB hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið á útivølli – ímóti B68 og HB – og eftir ferðina til Sørvágs fer TB tvær tær næstu ferðirnar eisini at spæla á útivølli – ímóti EB/Streymi og KÍ.

 

Hjá 07 Vestur hevur tað seinastu vikurnar verið eitt sindur upp og niður. Eftir 5-0 sigur – tann størsti nakrantíð hjá felagnum í bestu deildini – endaði tað síðst við 3-0 tapi á heimavølli ímóti KÍ. Tá var spælskiparin á miðvøllinum Magnus Holm Jacobsen leikbannaður. At hann er tøkur aftur í dag er stórur styrkur.

 

Ímóti KÍ var Uros Stojanov ikki við, tí hann var darvaður av skaða í rygginum. Honum verður tað av álvara brúk fyri í dag. Teitur Olsen og Jóannis á Steig eru eisini skaðadarvaðir, og tí er ivasamt, um teir eru førir  fyri at spæla.