Hetta er størri enn ein gevur sær far um

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin ásannaði á Vaglinum, at talan veruliga er um eina stórhending

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Fróða Benjaminsen, sum setti føroyskt landsliðsmet við 84 landsdystum í 2-1 sigrinum á Grikkalandi ígjár.

 

Tá Tróndur prátaði við Fróða niðri á Vaglinum, aftaná heiðursløtuna varð sigurin sodnaður, og gingið er upp fyri Fróða, at talan er veruliga um eina stórhending, sum hann kennir seg fegnan um at hava verið part av. Eisini um hetta merkti, at hann, sum ein afturhildin persónur var noyddur at halda eina lítla takkarrøðu fyri mannfjøldini á Vaglinum.