- Hetta er ein lappaloysn, so tað stendur eftir, og hetta er yvirhøvur ikki tað, sum varð fyrigyklað okkum, tá ið sjøtul varð sett á málið.
Hvørki Jógvan Arge, ella hinir báðir limirnir hjá Tjóðveldi í býráðnum í Havn, vilja taka undir við ætlanini, sum fyriliggur um at taka ein part av Kommunuskúlanum til lestraríbúðir.
Les eisini: Gera kommunuskúlan til 37 -39 lestraríbúðir
Eisini aðrir býráðslimir eru ivingarsamir, men taka kortini undir við ætlanini.
- Tað, sum upprunaliga lá í kortunum, var, at kommunan skuldi selja Bústøðum ein part av Kommunuskúlanum fyri eina krónu, og so skuldi kommunan vera fullkomiliga leys av byggingini.
Tað staðfestir Jógvan Arge á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, har tað varð samtykt at fara í eitt samstarv við Bústaðir um at gera ein part av Kommunuskúlanum til lestraríbúðir.
Men nú er tað endað við, at eini verkætlan, har 37 lestraríbúðir skulu byggjast fyri 50 milliónir krónur, men nú skal kommunan rinda 15 milliónir av kostnaðinum, og Bústaðir skulu rinda 35 milliónir.
Hann ivast ikki í, at rokningin til kommuna fer at vera mangt slíkt enn tær 15 milliónirnar, sum tað nú er sagt, at tað fer at kosta.
- Hetta er ikki tað, sum var útgangsstøðið, og tí kann eg heilt einfalt ikki taka undir við hesum, sigur hann.
Sjálvur hevur hann mælt til at taka skúlan niður, og byggja eina nýmótans íbúðarbygning uppaftur til lestraríbúðir.
Jákup Dam býráðslimir fyri Tjóðveldi, heldur, at Kommunuskúlin er ein ógvuliga ljótur bygningur, og ikki nakað prýðið fyri býin, so hann er einki ”at samla uppá”, sum hann tók til.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað fer at kosta einar 15 milliónir, bara at taka skúlan niður.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, ivast onga løtu í, at kommunan kemur at hanga upp á mangt slíkt enn hasar 15 milliónirnar, kommunan nú hevur avtalu við Bústaðir um.
Elin Lindenskov nevndi eini viðurskifti, sum fara at kosta nógvar pengar, men sum ikki er talt upp í hasar 15 milliónirnar.
Og tað er, at skal Kommunuskúlin verða lestrarbústaðir, krevst, at ein nýggj kloakkskipan verður gjørd og tað fer at kosta fleiri milliónir afturat, sigur hon.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan skal ikki rinda meiri enn 15 milliónir til íbúðirnar, men harafturat koma so útreiðslur til at gera økið uttanum.
Eisini Jan Christiansen, sum hevur sæti í býráðnum fyri Fólkaflokkin sum varamaður fyri Boga Andreasen, heldur, at tað rætta hevði verið at slætta skúlan við jørðina, og at bygt nýtt uppaftur, Hinvegin heldur hann, at nú Kommunuskúlin verður tikin til lestraríbúðir, átti ein størri partur av bygninginum at verið tikin til íbúðir.
Eisini stúrir hann fyri eini skipan, har ábyrgdin er býtt sundur ímillum kommununa og Bústaðir. Og heldur ikki Jan Christiansen ivast eina løtu í, at tá ið avtornar, fer hetta at kosta kommununi nógv meiri enn 15 milliónir.
Helena Dam á Neystabø sigur, at við hesi loysnini kann ein átrokandi trupulleiki loysast upp á stutta tíð. Og skuldi tað kosta kommununi 20 milliónir, er tað framvegis ein góður handil, heldur hon.