Tíðin rennur nú undan hjá teimum fimm í kavbátinum Titan, sum sunnudagin byrjaði sína ferð niður til vrakið av Titanic, sum liggur á 3.800 metra dýpi nakrar hundrað fjórðingar í ein landsynning úr Ný Founlandi.
Tað er fyritøkan, OceanGate Expeditions, ið eigur kavbátin, sum varð settur á sjógv úr einum móðurskipi. Minni enn tveir tímar eftir, at niðurferðin var byrjað, misti móðurskipið sambandið við kavbátin.
Síðan hevur einki verið at hoyrt til teir fimm menninar.
Tá sambandið við kavbátin varð mist sunnudagin, var mett, at manningin hevði ilt til í mesta lagi 98 tímar, og hesir tímar renna út nú tíðliga seinnapartin í dag. Stór leiting er í økinum, men higartil er eingin kavbátur funnin.
Sky News veit í dag at siga, at iltin, sum manningin í kavbátinum hevur, helst verður uppi nakað eftir middag í dag. At kavbáturin enn ikki er funnin, ger, at vónin um at bjarga teimum fimm monnunum á lív nú er lítil.
Eingin er áður bjargaður upp úr slíkum dýpi, og um so var, at kavbáturin varð funnin við botnin, har Titanic hevur ligið í meira enn 110 ár, hevði tað eftir øllum at døma tikið sína tíð, áðrenn kavbáturin kom upp av havsins botni.
Vónin er tó, at kavbáturin onkusvegna liggur uppi í vatnskorpuni, men enn ikki er funnin. Tað veit eingin, men nú tíðin rennur undan við iltini, er hetta ivaleyst einasta vónin, ið nú er eftir.
##med2##
Teir fimm menninir, sum eru í kavbátinum, eru bretski ríkmaðurin og ævintýrarin, 58 ára gamli, Hamish Harding, feðgarnir úr Pakistan, ríkmaðurin og 48 ára gamli, Shahzada Dawood og sonur hansara, 19 ára gamli, Sulaiman Dawood.
Síðan er tað 73 ára gamli, Paul-Henry Nargeolet, ið er fransmaður, ævintýrari, granskari og kavari - og at enda 68 ára gamli, Stockton Rushsum, sum er stjóri og stovnari av felagnum, OceanGate Expeditions, sum stendur fyri ferðini.