Operatión Dagsverk
Annika Hedegaard Isfeldt
17. juli
Fyrsti dagur í Afrika og fyrsti dagurin í nigerska høvuðsstaðnum Niamey. Man følir væl, at vit endiliga eru komin fram til Afrika nú – øll eyðkennini eru her; gjøgnumtreingjandi hitin, nógvu insektini og stóra fátækradømi, sum á ymiskan hátt vísir seg kring býin.
Vit eru øll rættiliga útlúgvað eftir langa túrin suðureftir í gjár (eg fór heimanífrá kl. 04 í gjár og vit vóru ikki í Niamey fyrr enn uml. kl. 06 í morgun), so vit avgjørdu at halda ein nøkurlunda avslappaðan dag í dag við bert at fara ein túr á lokala marknaðin her og gera okkum eina lítla mynd av býnum.
Hetta varð eisini ein ómetaliga stór uppliving fyri okkum – allarhelst tí, at hetta var fyrsta møtið okkara við Afrika. Á marknaðinum fóru tey, sum eg fylgdist við, yvir til ein frukthandil fyri at semjast um fruktprísir, og knappliga stóð eg einsamøll eftir mitt á gøtuni í Niamey umringað av kvinnum við lítlum grátandi børnum og gomlum monnum og kvinnum, ið eingi eygu høvdu.
Tað varð knappliga ógjørligt at gera seg leysan frá biddandi eygunum og útstrektu hondunum. Ein lítil drongur við stórum myrkabrúnum eygum, sum sat í føvninginum hjá mammu síni, hugdi biddandi at mær, meðan hann tugdi fingrar sínar, sum vildi hann vísa mær, hvussu svangur hann var. Tað var ikki serliga behagiligt at standa við fleiri pengum í lummunum, enn tey flestu fólkini tjena uppá fimm ár harniðri. Men man kann jú ikki geva øllum eitt sindur av pengar – hetta hjálpir teimum bert eina lítla løtu, men í longdini er henda hjálpin ikki nóg góð. Tá ið man hevur givið tí einu lítlu hondini pengar, kemur ein nýggj hond beinanvegin fram.
Eftir eina góða løtu fekk eg tíbetur eygnakontakt við eina av gentunum, eg fylgdist við, og hon fekk togað meg úr fólkamongdini, sum var savnað rundan um meg. Eftir at vera komin aftur til hotellið, vórðu vit øll á einum máli um, at tað var rættiliga hart at vera hvítur turistur í einum av fátækastu londum heimsins.
18. juli
Hví er heimurin so órættvísur? Hvør hevur avgjørt, at summi skulu vera rík og hava nógvar møguleikar, meðan lívið hjá øðrum er ein stórur kampur hvønn einasta dag?
Stættarmunirnir í Niger eru ikki serliga stórir – øll eru satt at siga næstan líka fátøk. Tað er ræðuligt. Tey einastu, sum tykjast at eiga pengar, eru ambassadørarnir úr útlondunum.
Vit vóru í dag ein túr úti í einum forstaði, har vit í okkara minibussi møttu einum stórum bólki av smílandi børnum. Tað er ikki hvønn dag, hesi børnini síggja hvít fólk og vit vóru tí dagsins hæddarpunkt í forstaðnum. Við trimum børnum í hvørjari hond var eg saman við hinum leidd runt fyri at síggja, hvussu maturin verður gjørdur herniðri og hvussu skúlin sær út. Tað var eitt rættiliga løgið upplivilsi alla tíðina at hava eina rúgvu av børnum rennandi aftaná sær – bara tí at tú ert hvítur og harvið eisini øðrvísi. So skjótt sum vit tóku lítlu digitalkamera’ini hjá okkum fram, vórðu børnini púra vill – tey vildu øll sleppa uppá myndinar, so tey hareftir kundu sleppa at síggja seg sjálvi á skermunum á kamera’unum.
Eftir hendan túrin fóru vit víðari til bústaðir og arbeiðspláss hjá altjóða ambassadørum í Niamey. Serliga amerikanska ambassadan var øgilig! Yvir av smáum afrikanskum leirsmáttum stendur massiva amerikanska ambassadan, sum er innhegnað av píkatráðshegni og uttan fyri hesa standa stórir ambassadubilar parkeraðir – hetta stóð í kontrast til illa farna bústaðin hjá nigerska presidentinum, sum líktist einum 80-ára gomlum bygningi, ið ongantíð hevði verið renoveraður.
19. juli
Bussurin er steðgaður upp. So hevur man eisini roynt tað – sovorið kann allarhelst ikki sleppast undan her – tað er nokk ein partur av upplivilsinum. Vit eru á veg ímóti Maradi-økinum í minibussi okkara, sum nú er yvirfyltur, tí afturat okkum frá OD hava vit eisini við okkum tríggjar tulkar, seks børn hjá Care-kokkinum, ein vinmann hjá sjaførinum umframt nógvar tungar taskur. Eg trúgvi neyvan, at bussurin fer at yvirliva langa túrin suðureftir við allari hesari eykavektini...
20. juli
Eg má havt verið rættiliga naiv, tá ið eg í gjár helt, at trupulleikarnir hjá okkum vóru lidnir eftir motortrupulleikarnir. Ætlanin var, at túrurin suður bert skuldi taka tíggju tímar – men endin varð, at vit sótu sveittandi í bussinum í meira enn 21 tímar. Eftir at vit allan dagin høvdu steðgað eitt ótal av ferðum fyri at sjaførurin kundi roykja, fólk kundu fara út at pissa o.s.fr., vórðu vit aftur kl. 23 noydd at halda ein langan steðg. Vit vóru tá ein tíma frá at røkka okkara máli, men nú var einki bensin eftir! Vit vórðu tí noydd at bíða í einum býi í tríggjar tímar fyri at onkur kundi koma við bensini til okkum… Segði nakar ”african time”? Allar pausurnar bilaðu nú ikki so nógv, tí tað var hugnaligt at vera millum hini í bussinum og útsýnið gjøgnum bussvindeyguni var fantastiskt. Tað er veruliga nakað heilt serligt at fáa møguleika fyri at koyra gjøgnum Afrika – landslagið er avbera vakurt og fólkini, man koyrir framvið, eru blíð, smílast glað til ein og vinka.
21. juli
Nú hava vit longu verið í Afrika í fleiri dagar – tað er rættiliga løgið at hugsa sær.
Vit eru endiliga komin fram til verkætlanarøkið hjá okkum nú (nýggju skúlarnar, sum OD-hjálpin m.a. eisini fer til, kunnu vit ikki vitja av trygdaráðum og vit fara tí at vitja skúlarnar, sum vórðu bygdir í 2003 í jólakalendaraverkætlanini og sum OD fer at hjálpa til við at halda við líka). Niger er 4. fátækasta landið í heiminum og hetta kemur nú týðiliga til sjóndar í m.a. íbúðarviðurskiftunum hjá teimum lokalu úti á landinum, har vit nú eru. Vit sova á madrassum undir einum hálvtaki við moyggjabitanetum yvir okkum. Hesi net eru hent at hava við sær, tí malariamoyggjabitarnir eru um seg frá sólin fer niður til hon er komin upp aftur. WC-viðurskiftini eru eisini munandi øðrvísi enn heima; okkara WC er eitt hol í gólvinum í einum ótespiligum rúmi, har kakkerlakar stórtrívast. Her er sjálvandi ei heldur nakað bað, so man noyðist bert at brúka ein vátan klút til vaska sær.
Komandi seks dagarnar er ætlanin, at vit í trimum bólkum skulu vitja tríggjar ymiskar bygdir fyri har at læra mentanina og fólki betur at kenna. Hetta skal so í síðsta enda gera okkum betur rustaði til at fara runt á skúlanar kring Danmark og Føroyar at greiða frá um Niger. Saman við fýra av hinum frá OD skal eg tískil komandi dagarnar vera í bygdini Kaima, har fólkasløgini hausair og fulaniar búgva síðu um síðu.
Saman við einum øðrum bólki, fóru vit til okkara egnu bygd og bygdina Bajega, har tað bert búgva hausair. Tað var løgið at síggja, hvussu stórur munur var á bygdunum. Í Bajega sat høvdingurin á einum skinni og sá hábærsligur út, tá hann ”gav okkum loyvi at vitja bygd hansara”. Ein fjøld, ið útstrálaði stóra gleði, kom ímóti okkum har. Tey klappaðu og flentu, hvørja ferð vit opnaðu munnin, óansæð hvat vit søgdu. Í Kaima var dámurin heilt øðrvísi og nógv meira avslappaður. Har vórðu ikki so nógv fólk savnaði, tá ið vit komu, tí tey flestu framvegis vóru í markini og arbeiddu. Høvdingurin var eisini munandi meira avslappaður; hann kom friðarliga yvir til okkum og setti seg har eftir eina løtu.
22. juli
Marknaðardagur, aftur-aftur.
Hvønn týsdag er stórur marknaður her í Gabi og seljarir koma úr øllum teimum smáu bygdunum har í nánd fyri at vísa vørur teirra fram og vónandi eisini fáa okkurt selt nakrar av teimum. Serliga nú her í regntíðini hava bóndirnir nógv at gera við arbeiði og vit vilja ikki órógva arbeiði teirra meira enn hægst neyðugt – ein mistur arbeiðsdagur herniðri kann nevniliga elva til, at eingin matur er til familjuna eitt longri tíðarskeið. Hesin marknaðurin var eitt sindur øðrvísi enn marknaðirnir í stórbýunum, tí tey her eisini selja ymiskt frá landbúnaðinum – sum t.d. djór. Eg spurdi ein av tulkum okkara um prísin á eini geit, ið var til sølu og fekk at vita, at hon kostaði 18.000 CFA (t.e. 180 kr). So lítið skal altso í veruleikanum til fyri at hjálpa einari familju herniðri – upphæddin noyðist ikki at vera størri enn so, at man gevur 180 kr.! Og hvat brúkar vit í Føroyum vanliga 180 kr. til? Kanska til ein góðan máltíð á einari matstovu? Eitt par av Björn Borg undirklæðum? Ein túr gjøgnum Norðoyatunnilin?
Hóast officiella trúgvin í Niger er islam – er hendan trúgvin her øðrvísi enn okkara vanliga fatan av islam, sum her er blandað við upprunatrúnna, sum var í Niger, áðrenn islam kom. Á marknaðinum fingu dreingirnir frá sekreteriatinum tosað við ein lokalan medisinmann, sum m.a. segði frá, at eitt tindasvínahøvd er mest kraftfulla amulettin, sum er til – hon verjir nevniliga ímóti at konufólk verða ótrúgv... Hvør segði, at vesturlendsk læknavísind er betri?
FAKTA:
Á stórfundinum í desember í fjør avgjørdu føroyskir og danskir OD-bólkar í felag við atkvøðugreiðslu, at OD-hjálpin í ár skal fara til afrikanska landið Niger, ið er fjóðra fátækasta land heimsins.
Í 2003 fór yvirskotið av søluni av Børnenes Julekalender í Danmark til at byggja skúlar til børn í Niger, sum OD fara at arbeiða víðari við við m.a at halda hesar við líka og gera teir størri. Tað eru hesir skúlar, hjálparfelagsskapurin vitjaði í juli mánaða.
Saman við hjálparfelagsskapinum Care, sum í mong ár hevur verið við til at menna Niger, fer OD at byggja 19 nýggjar flokksstovur til børn í Maradi-umráðnum.