Seinastu dagarnar hevur ein nýggjur variantur av koronu tikið seg fram í syðra parti í Afrika, men nú um vikuskiftið er hann somuleiðis staðfestir í Evropa og eisini í Danmark eru fyrstu tilburðirnir staðfestir.
Í morgun varð eisini boðað frá, at ein skúli í Odense var lukkaður, tí ein ókendur variantur av koronu var farin at ganga á skúlanum og nú skuldu tey kanna, um talan er um hendan nýggja variantin úr Suðurafrika. Samstundis hava danskir myndugleikar sett bann fyri flúgving úr fleiri londum í syðra parti í syðra parti í Afrika.
Pál Weihe, ráðgevari í koronu, heldur at tað var ein røtt avgerð at seta forboð fyri flogferðslu úr syðra parti í Afrika til vit vita meiri um, hvussu hesin nýggi varianturin háttar sær.
Men tað er alt, sum talar fyri, at hesin nýggi varianturin úr syðra parti í Afrika, omikron-varianturin, smittar nógvar ferðir verri enn núverandi delta-varianturin. Onkur hevur sagt, at hann smittar 500 ferðir so illa, sigur Pál Weihe. Tað er í hvussu so er ábendingar um at hann smittar øgiliga illa, tí hann hevur breitt seg skjótt.
Men hinvegin vita vit ikki, hvussu illa sjúk fólk verða av honum, leggur hann afturat. Í besta føri er talan um ein ógvuliga mildan variant, men er tað so er væl sloppið, tí so kann í roynd og veru talan verða um, at hann virkar, sum eitt slag av koppseting – men tað vita vit ov lítið um enn, sigur hann.
– Hinvegin hava vit ringar royndir av at forða fyri, at nýggir variantar breiða seg. Tað hevur víst set at vera ein ómøgulig uppgáva, tí viðhvørt fer smittan ígjøgnum heilt, og tískil skulu vit eisini vænta, at hann kemur hendavegin, sigur koronu-ráðgevarin.
Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, hevur boðað frá, at endamálið er at forða fyri at hann breiðir seg í Danmark, so leingi sum gjørligt. Pál Weihe, ráðgevari í koronu, heldur, at hetta er ein góður taktikkur, tí enn vita vit ov lítið um hendan variantin.
Pál Weihe hevur altíð verið talsmaður fyri, at vit skulu kanna øll, sum koma til Føroya. Og skulu vit hava sama taktikk, er hetta eitt argment afturat fyri at kanna øll, sum koma til Føroya, sigur hann. Skal nýggi varianturin fáa fastatøkur í føroyingar, má hann koma uttaneftir, so útfrá einum læknafakligum sjónarmiði burturav, er tað ein grund afturat til at kanna øll, sum koma til Føroya, leggur hann afturat.