– Tað er ógvuliga umráðandi, at tað vera føroyskir veitarar, sum fáa hesa uppgávuna.
Tað ger KT-felagið greitt, nú tey siga sína hugsan um stóru og umfatandi verkætlanini um Talgildu Føroya, har endmálið er at gera Føroyar til undangonguland á talgilda økinum.
Tað er ein verkætlan fyri væl yvir 100 milliónir krónur, og KT felagið heldur, at tað er altavgerandi at landsstýrið ger álvara av endamálinum um, at tað verða føroyskir veitarar, sum fáa arbeiðini, ið hetta førir við sær.
Landsstýrið sigur meginreglan verður, at uppgávurnar verða bodnar út í fríari kapping við føroyskar veitarar.
Í KT felagnum ivast tey ikki í, at talan er um eina prentvillu, og tí ætlanin kann ikki vera at amenni myndugleikin fer at kappast við fríu vinnuna.
Tað, landsstýrið ætlar at siga, er, at Meginregkan er, at uppgávurnar verða bodnar út í fríari kappir ímillum føroyskar veitarar.
Men samstundis sigur landsstýrið, at undantøk kunnu verða, tá ið onnur loysn frá útlendskum veitara er skynsamari og betri loysn. Og í einstøkum førum ber tað heldur ikki til at bjóða serliga, fakliga ráðgeving út í Føroyum.
KT felagið sigur, at tað er alt avgerandi, at hildið verður fast um, at boðið verður út ímillum føroyskar veitarar, og at hetta verður fylgt.
– Skal verkætlanin um at talgilda Føroyar, eydnast, er tað altavgerðandi, at KT-førleikar verða mentir í Føroyum, sigur KT felagið.
Tí mæla tey til at broyta lógina soleiðis, at útlendingar kunnu bara fáa eina uppgávu, har ongin veitari er í Føroyum og annars bara í heilt serligum førum, har tað ikki ber til at bjóða seruppgávur út í Føroyum.
– Tað hevur ovurstóran týdning fyri bæði KT-vinnuna, almennar stovnar, og ikki minst fyri samfelagið sum heild, at varðveita og menna teir førleikar, sum í framtíðini skulu reka Talgildu Føroyar, sigur KT-felagið.