Nú doyggja føroyingar av hjartasjúkum og æðrasjúkum enn fyri nøkrum árum síðani. Men viðvíkjandi krabbameini er støðan óbroytt.
Tað er ein niðurstøa hjá Hagstovuni, nú tey hava gjørt upp, hvørjum føroyingar doyggja av.
Hesi seinastu tjúgu árini eru føroyingar farnir at liva munandi longri, men tað, vit doyggja av nú, er ikki tað sama, vit doyðu av fyri 20 árum síðani.
Í 1998 kundi eitt nýføtt dreingjabarn vænta at liva í 75,1 ár, men nú kann tað vænta at liva 80,4 ár Í 1998 kundu eitt nýføtt gentubarn vænta at liva í 81,4 ár, men nú kann tað vænta at liva 85,3 ár.
Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við góðum 5 árum hjá mannfólki og 4 árum hjá konufólki.
##med2##
Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Tað, sum fólk doyggja mest av, eru sjúkur í hjartanum og í æðralagnum, men tað eru munandi færri, sum doyggja av tí nú. Hinvegin er ikki nøkur serlig broyting í tølunum fyri krabbamein, sum eisini rættiliga nógv fólk doyggja av.
Hinvegin tað eru fleiri aðrar ymiskar deyðaorsøkir, ið nú gera seg meira galdandi.
Nú nýggjastu tølini verða kunngjørd fyri 2018, sæst stórur munur millum kynini. Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum. Av øðrum deyðaorsøkum er meira javnt millum kynini.
Fyri 15-20 árum doyðu 80-90 fólk um árið av hjartasjúkum og æðrasjúkum, men nú eru tað 50-60 fólk um árið, sum doyggja av tí.
##med3##
Hinvegin tykist ikki talið at minka av teimum, sum doyggja av krabbameini, men heldur kvinka eitt lítið vet uppeftir.
Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki.
Annars doyggja vit av nógvum ymsum orsøkum nú, sum ikki vóru so vanlig fyrr. Í talvunum sæst tað undir bólkinu, »annað« og hann er næstan lika stórur sum teir báðir høvuðsbólkarnir, Hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein.
##med4##
Hjá konufólki eru deyðaorsøkirnar undir felagsheitinum "annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsøkirnar.
Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsøkirnar eru bara meira ymiskar, enn tær hava verið.














