Føroyingar eta nógv seyða-, neyta- og svínakjøt, men hestakjøt eru vit ikki so glað fyri. Í øllum førum verður lítið gjørt av at eta hestakjøt her á landi. Seinastu tíðina hevur hestakjøtið eisini verið í miðdeplinum í matvørugølu kring Europa, men tað var orsaka av villleiðandi merking av eitt nú liðugtrættum.
Leygarkvøldið var hestakjøt í miðdeplinum í útvarpssendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn. Kokkurin Guðmundur Guðmundsson, sum er ættaður úr Íslandi, gjørdi nakrar rættir úr hestakjøti, sum hann síðani lat fólk royna, og fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen greiddi frá, hví summu djór verða mannaføði og onnur ikki.
- Tað snýr seg um mentan, hví vit eta summi djórasløg og ikki onnur. Vit hava ikki havt so nógv ross í Føroyum, og tí hevur tað kanska ikki verið so nógvur matur í tí her hjá okkum, segði Jóan Pauli Joensen.
- Fara vit longur aftur í tíðina, var rossið eitt djór, sum var virðismett, men tað var eisini sett í samband við nakað diabolskt. Tað komst av, at tá ið rómverjarnir komu norður gjøgnum Europa til germanarnar, offraðu teir ross og ótu kjøtið. Og tá ið fólk gjørdust kristin, hildu tey, at tað var nakað heiðið í at eta ross, og tann katólska kirkjan bannaði fólki at eta ross.
- Men rundan um okkum hava fólk etið rossakjøt. Í Svøríki vóru tað kanska serliga tey fátøku fólkini, sum ótu rossakjøt, men íslendingar hava altíð etið ross. Tá ið Ísland varð kristnað, var ein av treytunum hjá teimum, at teir skulu kunna halda fram at eta rossakjøt.
- Tað er ikki so løgið, at fólk hava etið meira seyða- og neytakjøt, tí tað er munur á einum seyði og einum hesti, sum er tignarligur og hevur verið brúkt sum krígsdjór. Hesturin hevur ikki verið dripin og etin uttan víðari.
Jóan Pauli Joensen er ikki vísur í, at tað fer at broytast í bræði.
- Matmentan av hesum slagi er ikki løtt at broyta, tað tekur langa tíð, sigur hann.
Góður matur
Guðmundur Guðmundsson gjørdi í sendingini leygarkvøldið nakrar rættir burtur úr hestakjøti. Hestakjøtið var úr Íslandi og úr Hvalba. Guðmundur gjørdi ein grýturætt, hann stokti búffar, og so hevði hann eisini saltað og roykt hestakjøt at bjóða fólki á Hvonn.
- Hestakjøt er óalmindeliga góður matur, og eg haldi avgjørt, at føroyingar skuldu etið meira av tí. Eg gjørdi onkuntíð eitt sindur av hestakjøti á Hafnia í síni tíð, men nú er tað mest umborð á Fagraberg, har eg eri kokkur. Tá vit landa í Íslandi, plagi eg onkuntíð at keypa saltað hestakjøt, sum eg havi givið manningini, og tað dámar teimum væl. Men eg havi ikki sagt teimum fyrr enn aftaná, at tað hevur verið hestakjøt, sigur Guðmundur Guðmundsson.
Vertir og gestir á Hvonn fingu møguleika at royna teir ymsu rættirnar úr hestakjøti, og nógv fólk tóku av. Roykta kjøtið hevði ein sterkan – og avbjóðandi – smakk, men hinir tríggir rættirnir vóru populerir, og fólk lótu væl at teimum.
Umframt hestakjøtið var eisini nógvur live-tónleikur í Hvonn Live hesaferð. Danski poppsangarin Christopher framførdi, Holgar & Tórfríð spældu tveir sangir, og sendingin endaði við live-framførslu frá Grandma’s Basement.