Hesir skulu umboða Føroyar í Wacken Metal Battle

Impartial vunnu føroysku undankappingina

Ætlanin var, at tónleikakappingin Wacken Metal Battle skuldi vera 28. mars, har ein føroyskur tungmálmsbólkur skuldi finnast at umboða Føroyar í altjóða finaluni á týska tungmálmsfestivalinum Wacken í august.

Men føroyska undankappingin bleiv av ongum orsakað av koronasmittuni.

Hóast Wacken Metal Battle Føroyar bleiv avlýst, er ein vinnari nú funnin, sum sleppur til Týsklands at umboða Føroyar. Vinnarin er bólkurin Impartial, avdúkaðu fyrireikararnir úr Upp við Hornunum.

Dómararnir fingu tvey løg frá hvørjum luttakandi bólki og dømdu útfrá hesum. Løgini vóru dulnevnd, og dómararnir vistu tí ikki, hvør bólkur átti hvørji løg.

Bólkarnir sum luttóku í undankappingini vóru:
- Amokk
- Impartial
- Iron Lungs
- Ótti
- Necrolepsia