Mynd: norden.org

Hesi vunnu virðislønir Norðurlandaráðsins

Fýra tilnevningar vóru úr Føroyum, sum tó onga virðisløn vunnu hesaferð

Mynd: norden.org

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2024

Umhvørvisvirðislønin hjá Norðurlandaráðnum fer til Arnhildur Pálmadóttir úr Íslandi fyri tvørfakliga áhuga hennara og fokus á at minka um CO2-útlátið og at økja sirkularitetin í byggivinnuni.

Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024

Vinnarin av barna- og ungdómsbókmentavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum í ár fer til "Tann fantastiska bussurin" hjá teknifilmsleikaranum Jakob Martin Strid úr Danmark.

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024 fer til Rune Glerup úr Danmark fyri verkið "Om Lys og Lethed".

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2024

Vinnarin av ársins filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er norski filmurin "Sex", sum Dag Johan Haugerud hevur skrivað og leikstjórnað, sum Yngve Sæther og Hege Hauff Hvattum hava framleitt fyri Motlys.

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fer til "Fars rygg" eftir Niels Fredrik Dahl úr Noregi.

Fýra tilnevningar vóru úr Føroyum, sum tó onga virðisløn vunnu hesaferð. Tey tilnevndu úr Føroyum vóru: 

 

  • Henning Larsen Arkitektar til umhvørvisvirðislønina fyri nýggja róðrarneystið í Klaksvík
  • Rakel Helmsdal til barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina "Toran gongur"
  • Tróndur Bogason til tónleikavirðislønina fyri verkið "Symphony no. 1 & 2 Sólárið" frá í ár
  • Kim Simonsen til bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum".
     

Mynd: norden.org