Kvinnur á Strondum tilreiðar at stjórna kommununi

9 kvinnur eru á kvinnulistanum, sum stillar upp til kommunuvalið í Sjóvar kommunu

Tær koma úr fleiri bygdum í kommununi.

 

Við Sosialin í síðstu viku segði Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, sum er annar stigtakarin til kvinnulistan á Strondum, at tað er er neyðugt við javnari kynsumboðan.

 

– Tað er sera umráðandi og av alstórum týdningi, at kom­munustýrið er umboðandi alt fólkið, og tað er tað ikki, tá eingin kvinna er í kommunustýrinum, segði hon.

 

– Tað má ikki henda aftur, segði hon, og tí høvdu tær tikið stig til ein kvinnulista, sum varð latin inn til valstýrið í gjár.

 

 

 

Tær 9 kvinnurnar á listanum eru:

 

  • Noomi K. Rasmussen, Strendur
  • Sandra Ljósá Østerø, Strendur
  • Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen, Strendur
  • Leila Jóhannessenm Kolbeinagjógv
  • Ann Sigurdsdóttur Anthoniussen, Strendur
  • Birita W. Djurhuus, Strendur
  • Drós Ellingsgaard Innan Glyvur
  • Hallbjørg Mørch Christiansen, Strendur
  • Petra Weihe, Strendur

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tín lýsing her