Guðrið Hansdóttir nýggj í nevndini hjá føroyskum tónaskøldum

Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT) hevði aðalfund 2. oktobur 2024. Á fundinum varð Guðrið Hansdóttir vald í nevndina fyri Onnu Katrin Egilstrø sum tók seg úr nevndini.

Nevndin hevur skipað seg við Sunelif Rasmussen sum formanni, Kristian Blak sum kassameistara, Heðin Ziska Davidsen sum skrivara og Guðrið Hansdóttir sum nevndarlimi.

 

Virki felagsins hevur farna árið verið serliga merkt av, at felagið var vertur fyri altjóða nútíðartónleikafestivalinum World New Music Days, har áleið 100 vitjandi tónaskøld og samstarvsfelagar og 140 nýggj verk úr øllum heiminum, umframt føroyum, vóru framførd teir 10 dagarnar festivalurin var.

 

Hettar komandi árið fer felagið framhaldandi at arbeiða fyri at umstøður og kor hjá tónaskøldum vera hildin við líka og betrað. Hetta fevnir um áhaldandi samband og samstarv við KODA, útvega stuðul til festivalar, ið hava føroyskan original tónleik á skrá og útvega stuðul til tónleikaútgávur og tónleikaferðir við føroyskum originaltónleiki.

 

Eisini hevur felagið umboðan á Nordic Music Days, sum verður í Glasgow síðst í mánaðinum.