SMS verður selt til Íslands

Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS.

Hesum boðar P/F SMS frá í tíðindaskrivi í morgun. SMS skrivar, at Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa harvið øktar møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið

 

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

 

Tíðindaskriv frá P/F SMS týsdagur 22. oktober 2024

 

SMS verður ætlandi partur av børsskrásettum samtaki

 

Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS. Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa harvið øktar møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið

 

Stóra íslendska samtakið Hagar hf, sum rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufelagið Olís við 70 bensinstøðum, klædnahandilsketuna Zara og annað serstakt virksemi, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS. Hagar hf og partaeigararnir í P/F SMS eru samdir um treytirnar fyri søluni, sum partarnir hava undirskrivað í einum ætlanarskrivi.

 

P/F N.M. Holding og P/F Farcod eiga helvt um helvt av P/F SMS, og sambært søluætlanini keypa núverandi partaeigarar í SMS-samtakinum partabrøv í Hagar, har teir samanlagt fara at teljast ímillum 15 teir størstu partaeigararnar í íslendska samtakinum. Harumframt heldur Niels Mortensen fram sum stjóri í P/F SMS.

 

Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar, sum hevði umleið eina milliard evrur í umsetningi í fjør. 2.500 fólk starvast í samtakinum, og tað svarar til 1.450 fulltíðarstørv. P/F SMS hóskar væl til strategisku málini hjá Hagar, sum fyrr í ár boðaði frá, at samtakið leitar eftir nýggjum møguleikum at víðka virksemið. Hagar hf boðar í tíðindaskrivi frá, at við keypinum av SMS, ið er ein høvuðsleikari á føroyska marknaðinum, økir Hagar sítt virksemi innan gerandisvørur munandi.

 

- SMS er eitt sterkt og vælrikið samtak, ið hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum. Vit vilja gera okkara besta fyri at stuðla menning og vøkstri í SMS, sum gagnar Føroyum, sigur Finnur Oddsson, samtaksstjóri í Hagar Hf.

 

Fyrimunir fyri viðskiftafólkini

 

- Ætlanirnar hjá Hagar at keypa P/F SMS fara uttan iva at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónus- handlunum og Mylnunum, sum verða innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri SMS-samtakið er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval, sigur Niels Mortensen, samtaksstjóri og partaeigari í P/F SMS.

 

- Tað hevur eisini stóran týdning fyri okkum sum partaeigarar, at vit kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har vit framhaldandi kunnu hugsavna okkum um P/F SMS sum føroyska partin av Hagar, staðfestir Niels Mortensen.

 

Hann fegnast um aftur at fáa møguleikan at samstarva við Hagar, ið var partaeigari í P/F SMS fram til 2010, eftir at SMS hevði sett Bónus-handlarnar á stovn í Føroyum.

 

- Tætta tilknýtið millum P/F SMS og Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, kann eisini gerast áhugavert hjá føroyska almenninginum, sum nú fær møguleikan at gera íløgur í føroyska gerandis- og matvørumarknaðin við at keypa partabrøv í Hagar hf, vísir Niels Mortensen á.

 

Umsetningurin hjá P/F SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá SMS-samtakinum svarandi til 286 fulltíðarstørv.

 

Vinalig heilsan P/F SMS