Nýtt frímerki: Frelsunarherurin 100 ár í Føroyum

Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri 100 árum síðan - tann 23. oktobur 1924. Hetta verður hátíðarhildið við eini frímerkjaútgávu.

Tíðindaskriv frá Posta:

 

Edward Fuglø hevur sniðgivið frímerkið. Um íblásturin sigur hann, at tey flestu kenna "sjónliga" partin í almenna rúminum hjá Frelsunarherinum, m.a. skrúðgonguna á ólavsøku, og tað at tey hjálpa teimum, sum ongin annar vil kennast við.Tí situr ein heimleysur einsamallur mitt á arkinum umfevndur av Frelsunarherinum á báðum síðum. Teppið um herðarnar á tí heimleysa hevur litin á flagginum hjá Frelsunarherinum.

 

Frelsunarherurin hevur tiltak á Reinsarínum í dag. Tiltakið byrjar kl. 13, og verður høvi at keypa nýggja frímerkið har. Kl. 15 verður tónleikur og røða.