Sunnunáttina varð boðað frá herverki á parkeringsplássinum í Gundadali. Fólk høvdu gjørt seg inn á tveir bilar, ið stóðu á parkeringsplássinum aftanfyri tað stóra skýlið við ovara vøll.
Fleiri rútar og spegl á bilunum vórðu brotin. Eini sethús nærhendis fingu heldur ikki frið fyri herverki, og ein rútur varð brotin.
Konsert var í badmintonhøllini hetta kvøldið, og herverkið hevur óivað samband við konsertina.
Annars hevur vikuskiftið verið friðarligt verður sagt av løgreglustøðini. Eingin bilførari er tikin við kenning, og eingin hevur verið á støðini at sova rúsin av sær.